Fakfelagssamstarvið kallað til fundar

29.10.2023 - 14:24
Innlendis›Samfelag
Fakfelagssamstarvið kallað til fundar
Umrøtt verður, hvussu best ber til at stuðla Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.
Sjey fakfeløg eru í Fakfelagssamstarvinum.

Í dag hevur fakfelagssamstarvið kallað inn til fund við fakfeløgini at umrøða støðuna, verður skrivað. Fundurin verður í Smæruni í Havn og byrjar klokkan 17.30.

Sjey fakfeløg eru í fakfelagssamstarvinum. Tey eru: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Akademikarafelagið, Føroya Lærarafelag, Starvsfelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Heilsuhjálparafelag Føroya og Føroya Pedagogfelag.

Um samhugaverkfall er á skrá vil formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jógvan Philbrow, ikki viðmerkja.

Meira verður at frætta um hetta í tíðindunum kl 18.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026