Útoyggjafólk ynskja eina útoyggjakommunu

02.11.2023 - 23:46
Innlendis
Útoyggjafólk ynskja eina útoyggjakommunu
Fleiri útoyggjafólk ynskja at fáa eina serliga útoyggjakommunu. Tey siga, at ein útoyggjakommuna eigur at fáa serstakar treytir
Olga Biskupstøð, samskipari í útoyggjafelagnum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Bæði Olga Biskupstøð, samskipari í útoyggjafelagnum og Óla Jákup úr Dímun, formaður, halda tað vera rætt at arbeiða við eini útoyggjakommunu.

Tað søgdu tey í Breddanum.

Jógvan Edmund á Geilini í Svínoy heldur eisini, at ein útoyggjakommuna hevði verið góð.

Beinta í Jákupsstovu, professari, helt fyrilestur á evnisdegnum um útoyggjar. Hon var eisini jalig fyri eini útoyggjakommunu.

Óla Jákup úr Dímun

Title text: 
Óla Jákup úr Dímun, formaður í Útoyggjafelagnum

 

Týsdagin var evnisdagur um útoyggjar á Hotel Hafnia.

Útoyggjafólk vóru møtt væl upp til ráðstevnuna umframt at fleiri borgarstjórar og starvsfólk í kommunum vóru møtt upp.

Evnið varð viðgjørt í Breddanum

Lurtið eftir Breddanum her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Mikudag 14. januar
Ring munnrøkt kann elva til sjúku
202655
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498