KÍ vil ikki tapa dystin orsakað av frosti

30.11.2023 - 08:09
ÍtrótturFótbóltur
KÍ vil ikki tapa dystin orsakað av frosti
"Verður ikki spælandi av frosti, tapa vit helst dystin," sigur Tummas Lervig, formaður, nú KÍ hevur gjørt av at tendra hitaskipanina á Tórsvølli, ið kostar 10.000 kr. um dagin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
Framúrskarandi KÍ-liðið, ið ferð eftir ferð hevur skrivað føroyska fótbóltssøgu seinasta hálva árið

Kalda veðrið hevur fingið KÍ at tendra hitaskipanina á Tórsvølli til UEFA Conference League-dystin móti Slovan Bratislava í kvøld.

Tað gjørdi felagið longu týsdagin, og tað kostar umleið 10.000 krónur um dagin at hava hitan á Tórsvølli tendraðan. 

"Vit høvdu óivað tapt dystin, um vit ikki høvdu vøllin kláran við dystarbyrjan í kvøld, og tí eru tað væl givnir pengar, at vit hava tendrað hitan í Tórsvølli," sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ. 

Tummas Lervig fegnast um, at Tórsvøllur hevur eina tílíka hitaskipan. 

 

Staðið seg framúr væl á heimavølli

KÍ spælir í kvøld síðsta heimadystin í søguliga UEFA Conference Leagu-bólkaspælinum fyri føroyskan fótbólt.

Tað er fyrstu ferð, at eitt føroyskt fótbóltsfelag hevur spælt seg í eitt evropisk bólkaspæl fyri lið. 

Higartil hevur KÍ staðið seg framúrskarandi væl á heimavølli og fingið 0-0 javnleik móti franska Lille, og so smurdi KÍ slovenska Olimpija Ljubljana av 3-0. 

Ólukkutíð, so tapti KÍ á útivølli móti Olimpija Ljubljana, og tapið gjørdist uppaftur svárari av tí, at stóra stjørnan á KÍ-liðnum, Árni Frederiksberg, fekk reytt kort í dystinum.

Um KÍ skal spæla seg víðari úr bólkaspælinum, er kravið, at KÍ vinnur dystin móti Slovan Bratislava á Tórsvølli í kvøld klokkan 17.45.

 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919