- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vónbrot í Varpinum
Annfinnur Heinesen, stjóri í Varpinum, er vónbrotin
"Vit hava einki fingið á fíggjarlógini, hvørki tann íløgustuðulin á fimm milliónir krónur, sum restaði í, og sum vit púra víst høvdu væntað at fáa. Eiheldur 1,5 milliónir krónur í rakstrarstuðli, ið vit eisini høvdu vónað at fingið."
Tað kom óvart á Annfinnur Heinesen, at Varpið ikki varð raðfest á fíggjarlógini fyri 2024.
Stjórin í Varpinum vónar, at okkurt broytist millum aðru og triðju viðgerð av fíggjarlógini, sum verður mánadagin.
"Fyrst hildu vit, at talan mótti vera um eitt mistak. Vit høvdu vónað væntað, at landið fór at gera somu íløgtu í mentanina her norði sum aðrastaðni í landinum," staðfestir Annfinnur Heinesen.
Sí eisini