Várljóð: Klaksvíkingar fagna Teimum av Kamarinum

Várljóð: Klaksvíkingar fagna Teimum av Kamarinum
Í døgunum 6. til 11. apríl komandi ár verður skipað fyri nýggjum tónleikatiltaki í Norðoyggjum, har endabresturin er ein fagnaðarkonsert fyri Teimum av Kamarinum í Varpinum
 
15.12.2025 - 16:08

Í seks dagar komandi vár verða Norðoyggjar fyltar av livandi ljóði, konsertum, felagsskapi og stemningi.

"Várljóð" er nýtt tónleikatiltak, sum breiðir seg um allar Norðoyggjar – frá smáum, inniligum konsertum til stórar, orkufullar framførslur.

Sambært fyriskiparanum, Visit North, so verða hvønn dag nýggj ljóð og nýggj nøvn at uppliva – í kirkjum, á matstovum, á gøtuhornum og í hølum kring Norðoyggjar

 

Endabresturin í Varpinum

Vikan endar við risa heiðurskonsert í Varpinum leygarkvøldið 11. apríl, har kendir føroyskir tónleikarar tulka løg hjá legendariska bólkinum Tey av Kamarinum.

Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan føroyskan undirhaldstónleik. 


Mynd: Tey av Kamarinum á Facebook

 

Bólkurin varð stovnaður í 1955 og gjørdist skjótt ómetaliga væl umtóktur.

Sermerkta við teimum sjey systkjunum úr Konradsbrekkuni í Havn var, at tey bæði skrivaðu og sungu á føroyskum.

Í miðjuni var serliga gávaða Nicolina av Kamarinum, sum skrivaði mangar sangir, sum í dag eru fólkaogn, men Tey av Kamarinum vóru eisini røsk at taka útlendskan tónleik til sín og týða hann til føroyskt.


Mynd: Tey av Kamarinum á Facebook

 

Føroya fremstu fara at framføra

Fyriskipararnir lova, at fleiri av Føroya fremstu tónleikarum fara at framføra til heiðurskonsertina leygarkvøldið 11. apríl, har tey tulka løg teirra.

Hvørjir hesir tónleikarar eru, verður kunngjørt í næstum, men fyriskipararnir lova, at talan er um tónlistafólk av ovastu hill.

Harafturat verður eitt satt stjørnuhúsorkestur á pallinum, sum fer at spæla undir hjá teimum frálíku artistunum.


Mynd: Tey av Kamarinum á Facebook

Málið er, at vit øll fara trallandi úr Varpinum, meðan vit aftur murra løg sum “Mær leingist”, “Tá kvøldið kemur”, “Mín fyrsta flamma” og mong, mong onnur.

Eisini verður frásøgufólk á konsertini, sum fer at siga frá søgum um bólkin og ættina, og greiða frá, hvussu tað var at vera – kanska – fyrstu poppstjørnurnar í Føroyum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087