Orka fer at hava útgávukonsert á betonglofti á Skála

17.12.2023 - 14:50
List›Tónleikur
Orka fer at hava útgávukonsert á betonglofti á Skála
Á skránni verða eisini tvey onnur nøvn
Jens L. Thomsen og Francine Perry
Mynd: KVF (savn)  

Herfyri gav Orka nýggja útgávu út. Í tí sambandi fer bólkurin at hava útgávukonsert á loftinum hjá El-Service á Skála. Jens L. Thomsen, oddamaður í Orku, greiðir frá, at valið fall á betongloftið, tí tað er í tráð við andan í Orku at spæla "atypisk støð". Tvey onnur nøvn verða at hoyra til konsertina; Dávur Poulsen og Anna Katrin Egilstrøð. Konsertin skal takast upp til ein film, sum Orka fer at geva út seinni. Konsertin verður 22. desember kl. 20. Atgongumerki fáast á Atgongumerki.fo.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961