Jens Rói og Cecilia: Tvøroyri er gott, men kundi verið betri

19.12.2023 - 16:08
Jens Rói og Cecilia: Tvøroyri er gott, men kundi verið betri
Grannalagið er gott, og børnini hava nógv vinfólk í nærumhvørvinum. Tú finnur tað mesta her, men tó eru nøkur viðurskifti, ið kunnu betrast um, halda Cecilia og Jens Rói

Grannalagið er gott og børnini hava nógv vinfólk í nærumhvørvinum. Tað siga Cecilia Nolsøe Sørensen og Jens Rói Sørensen, sum búgva í Trongisvági.

Tey eru eisini væl nøgd við fleiri av tilboðunum í økinum, so sum nýggja biografin í SALT, tiltakið Suðurljóð og at allir borgarar í Tvøroyrar kommunu kunnu svimja ókeypis í svimjihylinum á Tvøroyri.

Men Jens Rói fýlist eisini á, at nógvastaðni eru ongar gongubreytir, og at vegakervið ikki verður dagført við atliti at gangandi ferðslu. Og bæði sakna tey sum barnafamilja eitt innandura spælipláss. Eisini heldur Jens Rói, at Suðuroyartunnilin er avgerandi fyri framtíðina í Suðuroy.

Cecilia saknar eitt nú tað brimbardu náttúruna og fugla- og djóraljóðini í Froðba, sum við høvuðsvegin í Trongisvági eru skift út við óljóðið av millum annað tungari ferðslu. Eisini kundi hon hugsa sær ein betri skipaðan miðbý, har ið tað eitt nú bar til at ganga betri vard fyri veður og vind.

Tú kanst hoyra samrøðuna við Jens Róa Sørensen og Ceciliu Nolsøe Sørensen í fullari longd her!

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. desember
Morgunlestur hósdagur 18.desember 2025
200537
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552