Christian í Grótinum besta skip

30.12.2023 - 12:31
Innlendis
Christian í Grótinum besta skip
Hann hevur fiskað fyri 246 milliónir í ár
Christian í Grótinum kom til landið í mars í fjør.

Tað eru serliga nótaskipini, ið hava gjørt tað væl.

Árið í ár er tað besta til fiskiskap nakrantíð, bæði tá ið talan er um nøgd og um virði.

Fiskað er fyri fýra milliardir krónur og tað er 100 milliónir meira enn í fjør, tá ið fiskað var fyri 3,9 milliardir.

Nøgdin er eisini tann størsta nakrantíð, 747.000 tons.


Christian í Grótinum best

Í ár hevur Christian í Grótinum, gjørt tað best. Hann hevur fiskað fyri 246 milliónir í ár. Christian í Grótinum er frá mars 2022.

Nummar tvey á listanum av nótabátum er Norðborg. Teir hava fiskað fyri 235 milliónir krónur í ár. Í fjør fiskaðu teir mest, tá ið teir fiskaðu fyri 263 milliónir.

Nummar trý er Gøtunes. Teir hava fiskað fyri 226 milliónir krónur. Í fjør fiskaðu teir fyri 187 milliónir krónur.

 

Akraberg best av flakatrolarunum

Flakatrolararnir hava eisini gjørt tað væl, tó ikki eins væl og í 2022.

Akraberg hevur fiskað fyri 131 milliónir krónur, Enniberg fyri 120 milliónir og Sjúrðaberg fyri 74 milliónir krónur.

Í fjør var Enniber nummar eitt, teir fiskaðu fyri 171 milliónir, Gadus fyri 129 og Sjúrðaberg fyri 106 milliónir.

 

Klakkur best av línuskipunum

Fleiri av línuskipunum hava eisini gjørt tað væl.

Klakkur hevur fiskað fyri 57 milliónir. Tað eru tó 11 millióir minni enn í fjør, tá ið hann fiskaði fyri 68 milliónir. 

Kambur hevði næstmest avreiðingarvirði. Hann fyskaði fyri 39 milliónir. Í fjør fiskaði hann fyri 48 milliónir.

Jógvan I var nummar trý. Hann fiskaði fyri 39 milliónir. Í fjør fiskaði hann fyri 61 milliónir. 

 

Tað er Stýr, ið er komið við tølunum. Tað er eisini teir, ið løgdu tølini fram, tá ið Fiskimannafelagið hevði aðalfund í vikuni.


 

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609