- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin
Talan var um fjórðu útgávuna eftir Bryan Adams. Í fyrstu atløgu megnaði útgávan eitt sættapláss á Billboard sølulistanum í USA. Síðani snávaði hon og grulvaði niður eftir listanum aftur, men tá "Heaven" og "Summer of '69" komu sum singleplátur, hevði tað stóra ávirkan á LP móttøkuna. Reckless fór nevniliga upp eftir listanum aftur, og, ja, í august árið eftir í '85 var útgávan fremst á Billboard Top 200. Tær almennu seks singlepláturnar vóru allar á Top 15 í USA. Lagið 'Kids wanna rock' var eisini ein singlepláta, men ikki ein altjóða singlepláta og telur tí ikki við Í hagtølunum. Stílurin er popprokkur, okkurt lag kann eisini nevnast hardrokkur. PB 2.11.24.