- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin
“NALJA útgávan var væl umtókt millum fólk í Føroyum síðst í 80'unum - ikki bara tí hetta var ein útgáva við góðum sangbærum poppløgum, sum fólk kundu dansa til, men eisini tí útgávan rakti beint niður í tíðarandan tá.
Hesi árini fóru nakrar kollveltandi rembingar fram í hugburðinum hjá ungum fólki - rembingar, sum løgdu lunnar undir samfelagið, sum tað er í dag, har fólk hava størri frælsi til at líkjast búrtur úr fjøldini og kunnu liva meira alternativar lívsstílar. NALJA-útgávan hevði heilt klárt bæði eitt feministiskt og eitt 'gay rights' element í sær, hóast Elin og Kári søgdu seg ikki at hava politiskar intentiónir við útgávuni
Men staðfestast kann, at tey stóðu púra einsamøll og unik á føroyska mentanarpallinum sum ein kvinna og ein samkyndur maður, har Elin eisini var komponistur og framleiðari á jøvnum føti við Kára og Óla Poulsen, ið var hann sum tónablandaði og t.d. stóð fyri trummuprogrammeringum.
Bæði Kári og Elin programmeraðu og arrangeraðu sjálvi tað mesta av tónleikinum, áðrenn tey fóru í studio. Tað var avgjørt ikki vanligt at síggja í Føroyum tá í tíðini, at kvinnur brúktu teldur til at komponera og arrangera tónleik við, sum Elin gjørdi.
Tíðin og umhvørvið í Føroyum var tá - sæð við nútíðar brillum - sera mansdominerað og homofobiskt. So uttan at tað sum so var ætlanin, so koma vit ikki uttan um, at NALJA-útgávan eisini á tí økinum var rættiliga serstøk.”
Elin Brimheim Heinesen og Kári Linderoth Jacobsen manna Nalju-duettina, sum seint í fýrsunum gjørdu Temaplátuna, ið var tann best umtókta føroyska útgávan við ungdómspoppi tað tíggjuáraskeiðið. Til dømis kallaði Kári sjálvur eitt annað av hittunum, Ansa eftir, fyri: "eitt diskotekslag eftir urbanum leisti".
Talan var millum annað um ávirkan frá ensku Depeche Mode, Yazoo, Erasure, Howard Jones, og øðrum, eins og aðrir stílar sum rokkur, bossanova, og jazzur høvdu ávirkan á verkið. Tey bæði vildu gera kvalitetspopp, hava tey sagt seinni. Samtíðarsynthezisarin merkti útgávuna: nógv, kann sigast, men samstundis er hon sera melodiskur felagssangur, so hon livir framvegis væl - og hon hevur eisini nakað føroyskt yvir sær. Talan var um eitt kassettuband, útgávudagurin var 20. juli 1988. Ttíggju ár seinni var Nalja eisini tøk sum fløga við bonuslagnum Heimlongsul, ið lýsir støðuna hjá føroyingum í útlondum, sum altíð kenna ein drátt mótvegis Føroyum, fólki, mentan, og náttúru.
Útgávan var fyri níggju árum síðan Temapláta í Plátubarrini. Tá var onki gestaprát, meðani sendingin hesaferð er ein ferð gjøgnum verk og tíð saman við Elini Brimheim Heinesen.
Plátubarrin 9. mars 2024