Møguleikarnir at taka atlit til náttúruna verða avmarkaðir

17.12.2024 - 19:00
InnlendisUmhvørvi
Møguleikarnir at taka atlit til náttúruna verða avmarkaðir
"Verður linjuføringin til Suðuroyartunniln ásett í lóg, so vera náttúrufriðingarmyndugleikarnir avmarkaðir," sigur Henrik Møller, formaður í yvirfriðingarnevndini.
Henrik Møllre, sorinskrivari og formaður í Yvirfriðingarnevndini

Formaðurin í Yvirfriðingarnevndini, Henrik Møller, sorinskrivari, er samdur við hoyringarskrivinum frá Tjóðsavninum um Suðuroyartunnilin.

Ein linjuføring staðfest í lóg avmarkar møguleikarnar hjá myndugleikum til at taka atlit at náttúruni, um kanningar og árin ikki eisini koma í lógina. 

Enn eru friðingarmyndugleikarnir ikki tiknir við uppá ráð um Suðuroyartunnilsverkætlanina, hóast søkjast skal um loyvi um so rúgvismiklar verkætlanir.

Men tað er óskynsamt at bíða ov leingi við at venda sær til Yvirfriðingarnevndina, sigur Henrik Møller, sorinskrivari og formaður í Yvirfriðingarnevndini.

 

Henrik_Moller_Yvirfridingarnevndin_Suduroyartunnilin

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086