- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligt summar

David, Hendrik og Rannvør hava sett seg uttanfyri eini lítil og fitt hús, sum kallast Á Mýrini, at práta við festivalgestir. Men áðrenn Hendrik fór úr Havnini, fór hann at dyppa við Álvi Av Kák, sum er yrkjari og við í filminum "Vælkomin heim".
Við í sendingini eru Ester Skála, sum spælir á spæliplássinum á G!, Bogi Petersen og Tórur Garðshorn, sum greiða frá lívinum á G! og einum øðrvísi aðalfundi, sum hvørt ár er í húsinum Á Mýrini.

Súrligt summar
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir tosa um alt frá TikTok-trendum til filmar, kost, politikk og kærleika – alt við einum súrligum tvisti. Við á ferðini er eisini reportarin Hendrikur Jacobsen, sum veitir beinleiðis frásagnir. Flutt verður runt í landinum við práti, tónleiki og kjaki.