- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligt summar

Í dagsins sending práta vit um at lesa. Vit práta við Eilen Anthoniussen sum rekur Instagram vangan Sofía og mamma lesa, og er samskipari fyri Føroyar Lesa.
Tikið verður eisini saman um okkara avbjóðing við at minka um okkara skermtíð og vit fáa eina nýggja avbjóðing.
Hendrik hevur eisini verið og dyppa saman við Beinir, og 21KNM geva okkum teirra boð uppá eitt summarhitt.

Súrligt summar
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir tosa um alt frá TikTok-trendum til filmar, kost, politikk og kærleika – alt við einum súrligum tvisti. Við á ferðini er eisini reportarin Hendrikur Jacobsen, sum veitir beinleiðis frásagnir. Flutt verður runt í landinum við práti, tónleiki og kjaki.