- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligt summar

Í dagsins sending práta vit um føroysku filmsvinnuna.
Vit hoyra frá Tóru Isholm sum júst er sloppin inn á "Den Danske Filmskole" í Keypmannahavn, har bert 6 næmingar sleppa inn annaðhvørt ár.
Leikstjórin og handritahøvundurin, Sakaris Stórá, hugleiður fyri okkum um filmsvinnuna í føroyum, og greiðir frá hansara yrki og tilgongd, tá ið tað kemur til filmsframleiðslu.
Eisini práta vit við Mariu Winther Olsen, sum júst er liðugt útbúgvin sum heimildarleikstjóri á "Den Danske Filmskole". Maria greiðir frá um hvussu tað er at arbeiða innanfyri tað listarliga, og prátar eisini um hvussu tilgongdin er øðrvísi, tá ið tað snýr seg um heimildarfilmar heldur enn fiktións filmar.

Súrligt summar
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir tosa um alt frá TikTok-trendum til filmar, kost, politikk og kærleika – alt við einum súrligum tvisti. Við á ferðini er eisini reportarin Hendrikur Jacobsen, sum veitir beinleiðis frásagnir. Flutt verður runt í landinum við práti, tónleiki og kjaki.