- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligt summar

Vit gera útvarp frá felagsrúminum í Eldrasambýlinum oman Hoydalar í dag.
Vit sita í hugnaligu stovuni og fáa okkum ein drekkamunn saman við búfólkinum. Vit spyrja millum annað, um hvussu tað var, tá ið búfólkini vóru ung og um tey hava onkur góð ráð til ungdómin í dag.
Vit práta eisini við tvey starvsfólk á eldrasambýlinum og hoyra um hvussu tað er at starvast har.
Tvey av búfólkunum vísa eisini Hendrik inn á teirra kømur.
At enda hoyra vit frá Ester Skála, sum hevur givið okkum sítt boð uppá eitt summarhitt, sum vit fara at hoyra í sendingini í morgin.

Súrligt summar
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir tosa um alt frá TikTok-trendum til filmar, kost, politikk og kærleika – alt við einum súrligum tvisti. Við á ferðini er eisini reportarin Hendrikur Jacobsen, sum veitir beinleiðis frásagnir. Flutt verður runt í landinum við práti, tónleiki og kjaki.