- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligt summar

Vit hava sett okkum í Varpið í klaksvík at gera útvarp frá summarfestivalinum.
Í sendingini práta við Lenu Anderssen, Steintór Rasmussen og Kalas sum øll skulu framføra á summarfestivalinum í ár.
Vit hoyra eisini frá tour manager hjá DJ Ötzi, Erik Biskopstø sum er fyriskipari á festivalinum og frá gestum á tjaldingarøkinum.
Umframt alt hetta royna vit ymiskan festival mat og samanbera hann, lurta eftir nógvum tónleiki og práta um festivalin.

Súrligt summar
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir tosa um alt frá TikTok-trendum til filmar, kost, politikk og kærleika – alt við einum súrligum tvisti. Við á ferðini er eisini reportarin Hendrikur Jacobsen, sum veitir beinleiðis frásagnir. Flutt verður runt í landinum við práti, tónleiki og kjaki.