- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvørnin

Á plátuni "Ævir, amen" eru nýggju løg, sum Ólavur Eyðunsson Gaard og Kristian Pauli Ellefsen hava skriva í hvør sínum lagi, og hóast talan er um ljóðføristónleik, eru flestu løgini politiskar ella mentannarligar viðmerkingar til støðuna í Føroyum.
Tónleikarar í GØ eru:
-
Ólavur Eyðunsson Gaard, elektriskan og akkustiskan guitar, syntheziser og røddir
-
Kristian Pauli Ellefsen, klaver og syntheziser
-
Árni Jóhannesson, bass
-
Hjørtur Pætursson Háberg, trummir og slagverk
-
Sjúrður Zachariassen, alt og tenor saxofon
Ólavur Eyðunsson Gaard og Per Ingvald Højgaard Petersen hava framleitt løgini, sum Jens L. Thomsen hevur ljóðblandað.
Matt Colton hevur mastera / frumbandað "Ævir, amen".
Skotsmál:
9/10 stjørnum: Holgar Johannesen
8/10 stjørnum: Ingmar Berg Mikkelsen
Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

Kvørnin
Í Kvørnini verða føroyskar tónleikaútgávur ummældar.
Í útvarpsstovuni eru vanliga tvey tónleikaáhugað fólk saman við vertinum Eyðfinn Jensen.
Fyritreyt fyri at ummæla í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.











