- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikugesturin

- Eg elski framvegis at taka uppvaskið á matstovuni, tá tað stendur á.
Rósa Maria Restorff hevur roynt allar leiklutir í hotell- og matstovuvinnuni. Hon vaks upp við familjufyritøkuni Hafnia, sum Restorff-familjan rak við einum serligum gestablídni í nógv ár.
Sjálv fekk hon hotellmat mest sum hvønn dag sum barn, og tí elskaði hon, tá ið fiskafrikadellur ella rísingreytur stóð á borðinum.
Nú hon er vorðin 50 ár, skal hon stjórna Hotel Føroyum. Tað verður sagt um hana, at hon er blíð, fyrikomandi og tolin, og hon tosar nógv, tá ið tað snýr seg um arbeiðið. Men í tí privata er hon still og innvend, sigur vinkonan og systirin um hana.
- Eg eri bara tann, sum eg eri.

Vikugesturin
Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.











