- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Rógvi Oddvørson var á gátt í sambandi við konsert í Mentannarhúsinum í Fuglafirði. Vit ringdu til Tummas Paula Mýri í sambandi við sangskeið í Nesvík. Vit ringdu til Emry Jo í Klaksvík um sjónleik. Vit ringdu til Theresu Kreutzman um tiltøk í Norðoyggjum. Vit ringdu til Andrias Poulsen um klassiskar konsertir um vikuskiftið. Vit fingu vitjan av Bartal Augustinussen í sambandi við, at Guðrun og Bartal fara á pall í OY um vikuskiftið. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn, har Daniella Hentze Danielsen greiddi okkum frá um tiltøk í Havn um vikuskiftið. Vit prátaðu við Elina Maria Olsen í sambandi við Føroyskan dansur um vikuskiftið. Vit fingu vitjan av umboðum fyri Havnar Klubba í sambandi við tiltøk har um vikuskiftið. Tey vóru Jens Mortan Rasmussen, Michael Anthony Charles, Eir í òalvstovu og Drós í Ólavstovu. Tróndur Vatnhamar og Leivur Thomsen løgdu til rættis. Gott vikuskifti! :-)

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.