- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikugesturin

- Tá onkur sigur, at ein sangur hevur fylgt teimum ella hjálpt teimum, so blívi eg glaður, tí so havi eg gjørt okkurt fyri at hjálpa onkrum. Tað er tað mest meiningsfulla við at gera tónleik.
Eyðun Nolsøe hevur skrivað sangir til føroyingar á føroyskum í eini 40 ár. Hann byrjaði at spæla gittar longu sum seks ára gamal, og hóskvøldið bleiv hann tulkaður í sendingini Hoydalar. Ein fantastisk uppliving, sum rørdi Eyðun.
Eyðun er eitt kensluborið menniskja. Tað hoyrist í hesi samrøðuni, og tað hoyrist eisini í mongum av hansara sangum, har kærleikin er afturvendandi tema.
- Stutt sagt, er kærlekin meiningin við lívinum. Uttan kærleika hevði menniskjaættin ikki yvirlivað, vit høvdu verið avtoftað. Tað er gjøgnum kærleikan, at vit fyrigeva, og kærleikin gevur okkara lívi meining. So tá fólk siga, at hatta er bara ein kærleikssangur uttan kant, havi eg altíð hugsað, at kærleikin er absolutt tað týdningarmesta í lívinum. Tað er einki, sum er týdningarmeiri enn tað, og øll menniskju hava okkurt forhold til kærleika.
Eyðun valdi tónleikin. Hann gjørdi nakrar royndir at fara undir útbúgving, og hóast tað lá væl fyri, og karakterirnir vóru góðir, so dróg tónleikurin alla tíðina, og í nógv ár hevur hann livað av tónleiki burturav. Tað hevur ikki verið uttan avbjóðingar, men hann kundi ikki annað.
Hoyr alla samrøðuna við Eyðun Nolsøe.

Vikugesturin
Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.











