- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Í sambandi við rúmdartiltak í Noðurlandahúsinum fingu vit vitjan av Knut-Øyvind Hagen astronautinum Jannicke Mikkelsen. Vit vóru eisini á gátt í Norðurlandahúsinum og prátaðu við Jens L. Thomsen, Una Árting og William Soo um eina forvitnisliga installatión, har ljóð frá Mars verður brúkt. Vit vóru á gátt í Luux og prátaðu við leikararnar í leikinum "Skeivur. Tey eru: Hjálmar Dam, Kelvin Origen Mathayo, Óluva HeidiardótturTvørfoss, Lív Bruun Muller og MArius Dam Christophersen. Leikstjóri er Evan Torgan úr Noregi. Vit vóru á gátt í musikkskúlanum í Havn, har fyrireikingar til leikin Klokkarin úr Notre Dame eru farnar í gongd. Fólkini aftanfyri leikin eru: Bergur Fonsdal Johannesen, Borgfríð Fonsdal Johannesen, Aksel Remmel, Ari Berghamar og Maria á Lakjuni. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn og prátaðu við Daniellu Hentze Danielsen um tiltøk í Havn um vikuskiftið. Vit fingu eisini eina rokkheilsan frá Niclasi í Rituvík. Vit fingu vitjan Michael Anthony Charles og øðrum í sambandi við tiltak í Havnar Klubba. Vit fingu vitjan av Henrik Weihe Joensen og Ken LindenskovFrá felagnum Føroyingar í sambndi við friðartiltak sunnudagin. Tróndur Vatnhamar og Leivur Thomsen gjørdu sendingina. Gott vikuskifti. :-)

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.