- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikugesturin

- Eg havi tilvitað valt, at eg skal kunna verja øll. Sama hvat tey hava gjørt.
Jógvan Páll Lassen, advokatur, tekur ikki dagar ímillum, um okkurt er verri enn okkurt annað, tá ið hann sum verjuadvokatur skal fáa tað frægasta burturúr fyri onkran, sum situr á ákærubeinkinum. Og tað er líka mikið, um tað er onkur, sum hevur smuglað rúsevni, framt harðskap ella gjørt seg inn á børn.
Jógvan Páll Lassen hevur virkað sum advokatur í 50 ár, seinastu seks árini sum tilnevndur advokatur. Tað vil siga, at hann við stuttum skotbrái verður tilkallaður at verja fólk, sum eru komin skeivt fyri í rættarskipanini.

Vikugesturin
Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.











