- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja

Jambalaja - 070326
07-03-2026
Sending við countrytónleiki
Fyri tað mesta verður tað nýggjur countrytónleikur á skránni í dag við denti á útgávuna "Cloud 9" hjá Megan Morony. Eisini hoyra vit eitt sindur nærri um sangaran Zach Top, ið verður mettur at vera eitt komandi stórnavn innan countrytónleik.

Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.