Kultura

Birita, heildarútgáva hjá Turið og verkætlanir hjá Jens L. Thomsen
15-04-2026
Lív Mikkelsen leggur til rættis

Heimildarfilmurin Birita, sum Búi Dam, pallista- og filmsleikstjóri, hevur gjørt um mammu sína, ið livir við alzheimer, hevði frumframførslu í Løkshøll leygardagin. Filmurin lýsir tilgongdina at seta stórverkið hjá William Shakekspeare "King Lear" upp við Biritu í høvuðsleiklutinum.
Vit tosa við Búa um filmin, endamálið, etisku tvístøðurnar og hvat hann hevur lært og fingið burtur at gera filmin.


Vit vitja eisini í Hoydølum har Turið Jóhansdóttir og Jens L. Thomsen arbeiða við fyrstu heildarútgávuni hjá Turið. Turið er føroysk, men uppvaksin í Danmark, og hevur valt at gera sína útgávu í Føroyum saman við einum føroyskum framleiðara fyri at fáa betri samband við sínar føroysku røtur. Vit tosa við Turið um útgávuna, og við Jens um hesa og aðrar verkætlanirnar, hann arbeiðir við.

Kultura

Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.

Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.

Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.

Lív Mikkelsen leggur til rættis
04-03-2026
William Sloan, stuttsøgukapping og føroyski bókmentafestivalurin
18-02-2026
Lív Mikkelsen leggur til rættis
11-02-2026
Útbygging av Listasavni Føroya, filmssýningar hjá Filmsfelagnum og Arken
04-02-2026
Hotellið KG, stuttfilmurin Áin og heildarútgáva hjá Mariannu Winter
28-01-2026
Mentanarpolitikkur hjá Trump og konsertir við Miké Thomsen
21-01-2026
Kultura - Mentan í Oslo og bókaverkið Tólv árstíðarsálmar
14-01-2026
Vit taka saman um árið, ið fór í mentan
02-01-2026
Kultura - Jólakonsert við Jólaklingur og jólaframsýningin Jól hjá Thomsen
17-12-2025