- Tíðindi, mentan og ítróttur
Millum tøkini

Kappróðrarárið helt fram við eystanstevnuróðrinum, og Ludvík við Stein og hansara manning, Sarita Kristina Hansen og Bogi Olsen, taka saman um fyrsta FM-róðurin.
Eisini vitja menn róðursmenninir á Orminun Langa og Havnarbátinum, sum nú hava vunnið eina ferð í part hjá 10-mannaførunum.
Fleiri aðrir nýggir vinnarar vóru á Skálafirði, og tí er stórur spenningur til jóansøku í Vági, men fer tað at eydnast SSL at fáa øll suður? Alt hetta og meir í sendingini hesa ferð.

Millum tøkini
Millum tøkini er kappróðrarsending, sum viðger føroyskan kappróður.
Sendingin, sum er hvønn týsdag eftir FM-róður, tekur samanum og viðger farna róðurin og lítur fram ímóti næstu stevnuni saman við serfrøðingum og gestum.
Vertur er Ludvík við Stein.




