- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nert ikki við

Nert ikki við er aftur. Vit tosa við Regin Berg, samfelagsfrøðing, og Jógvan D. Hansen, heimsspeking, um hvussu individualisma hevur ávirkað okkara sambond í dag, og nær vit skulu velja okkum sjálvi í mun til felagsskapin. Síðani virkar Bjørt bæði sum sexologur og vertur í sendingini í dag.
Í partinum í dag hava vit valt ikki at hava nakað persónligt sjónarmið, men heldur fordjúpa okkum í evninum og hvørjar hugsanir vit hava um tað.
Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.

Nert ikki við
Nert ikki við er sending, sum fer at nema við evni, ið vit vanliga ikki nerta við innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur eitt persónligt og eitt fakligt sjónarmið.
Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.









