Summarmorgun

Hoyvíksbóndi slær bøin fyri bøndur í Kalsoynni
17-08-2026
-Fyri okkum er hetta ein vinn-vinn stæða, tí frammanundan brúktu vit langa tíð til at fáa hoyggið inn.Nú tekur tað bara nakrar fáar dagar, sigur bóndi á Trøllanesi

Á Trøllanesi og í Mikladali hava teir ikki neyt longur, og tí hava teir ikki brúk fyri so nógvum stráfóðri sum fyrr. Ístaðin fyri at brúka nógva tíð til sláingina og at bíða eftir terra, hava nakrir bøndur har norðuri gjørt avtalu við hoyvíksbóndan, Siggert Patursson, sum kemur allan tann langa vegin norður við stórari manning og framkomnari útgerð at sláa allan bøin hjá teimum í Mikladali og á Trøllanesi. So fáa teir stráfóðrið, sum teir hava brúk fyri, og hoyvíksbóndi kann fara suður aftur við nógvum grasi. Báðir partar eru glaðir fyri hesa skipan.


-Fyri okkum er hetta ein vinn vinn støða, tí frammanundan brúktu vit nógva tíð til hoyggið. Nú kemur hoyvíksbóndi væl mannaður norður og slær allan bøin og ballar grasið eftir fáum døgum, sigur Eyðun Eliassen, bóndi á Trøllanesi, sum hevur seyð bæði á Trøllanesi og í Mikladali. 


Siggert Patursson sigur, at tá teir har norðuri ringdu og spurdu um hann kundi koma norður at sláa, helt hann at bøurin kundi ikki liggja ósligin.


-Eg var sannførdur um at vit áttu at gera eina roynd, tí grasið er líka gott sum nakað annað og tað skapar arbeiðspláss í landinum. Tað skuldi ikki liggja ósligið, tí betri er at hava nógv stráfóður á goymslu enn pengar í bankanum. Og vit eru væl nøgdir við samstarvið við teir í Kalsoynni, tí tað hevur riggað væl, sigur Siggert Patursson, ið eisini hevur samstarv við Johan Jógvansson, bónda í Saksun, sum tekur sær av at balla grasið. 


Útgerðin sum teir brúka er stór og Siggert er væl nøgdur við samstarvið við Strandferðsluna.


-Nú hevur Ternan siglt, men vit klára ikki at fáa øll tólini umborð á Ternuna, tí portrið er ov smalt. Fyri at fáa útgerðina yvir í Kalsoynna, tók Strandferðslan Sam frá arbeiði á sleipistøð til at sigla ein túr við útgerðini. Nú kemur Sam aftur í sigling, so vit fara eisini at fáa øll tólini innaftur, sigur Siggert Patursson.


Her kanst tú hoyra innslagið, sum var í Summarmorgni.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Sjey eru við i hesari kappingini, sum fer fram í stóra tjaldinum á Sjómannadegnum í morgin. Fólk hava høvi at fylgja við meðan teir arbeið
21-08-2026
Sjómannadagurin í Klaksvík byrjar í dag við stóru fiskikappingini á Stongunum seinnapartin, og kenda vatnkríggið er eisini í kvøld
21-08-2026
Næstforkvinnan í nevndini fyri Sjómannadagin í Klaksvík sigur, at alt verður klárt tá sjálvur sjómannadagurin verður í morgin
21-08-2026
Prát við leiðaran í Messuni í Sørvági, samrøða við fyriskipararnar av nýggja frítíðartilboðnum Filmsfimi. Eisini práta vit um frítíðartilboðið til børn Vísindaklubbin, sum verður á Glasi.
20-08-2026
Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við formnannin og næstformannin í svimjifelagnum Neptun, sum hevði sína fyrstu barnavenjing - 62 ár eftir at felagið var stovnað.
20-08-2026
Hundurin Asterix, sum hevur er gravhundur av skånskum hundaslagi, verður ofta boðsendur saman við eigaranum, Jan Thomsen Eldevig, tá fólk síggja rottu
19-08-2026
Í Summarmorgni í morgun vitjaðu vit við mikrofonini á venjingarmiðstøðini Yndi í Havn. Leivur Hansen og Jóan Pauli Joensen, veteranar, greiddu frá sínari venjing
19-08-2026
70 ára gamli klaksvíkingurin Jákup Andreasen, sum býr í Vestmanna, finnur fragd í at hugleiða til gamlar myndir úr Klaksvík og Kalsoynni
18-08-2026
Prát við Jákup Andreasen, sum leggur myndir út og ger viðmerkingar á bólk á Favecook, og prát við leiðaran á Tórshavnar Kvøldskúla, nú skúlin skjótt byrjar aftur
18-08-2026
Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við Katrin Petersen, tíðindaleiðara á Aktueltdeilidini um sendingina Breddin, sum nú byrjar aftur.
18-08-2026
-Fyri okkum er hetta ein vinn-vinn stæða, tí frammanundan brúktu vit langa tíð til at fáa hoyggið inn.Nú tekur tað bara nakrar fáar dagar, sigur bóndi á Trøllanesi
17-08-2026
Prát við Hans Ellefsen um altjóða ali- og fiskivinnubúskaparráðstevnuna IIFET 2026 og reportagja úr Kalsoynni, har Tórður Mikkelsen prátar við m.a. Sigert Patursson, bónda.
17-08-2026