- Tíðindi, mentan og ítróttur
Summarmorgun

Rottuhundurin Asterix hevur prógvað, at hann hevur serlig evni at lukta og grava seg fram á rottu. Eigarin Jan Thomsen Eldevig í Streymnesi sigur, at higartil í ár hevur tikið omanfyri 40 rottur. Og tað er fyri tað mesta á vanligum gongutúrum, uttan beinleiðis leita eftir rottu.
-Nú hava fólk hoyrt um Asterix og nú eru tey farin at biðja um hjálp at fanga rottu. Asterix hevur góðan luktisans og luktar hann rottu, grevur hann seg niður á hana og oyðileggur reiðrið, sigur Jan.
Mánakvøldið var Summarmorgun við tá Asterix varð boðsendur at koma til Viðareiðis, har tey høvdu sæð rottu við eín lítlan djóragarð við gamla Viðareiðisvegin tætt við bygdina. Irena Sørensen bóndakona hevði sent boð eftir teimum, tí maður hennara hevði sæð rottu.
Tað var áhugavert at síggja Asterix arbeiða, tí tað var týðiligt at hann luktaði rottu og fór tí at grava. Men hesaferð var eingin fongur, tí har var eingin rotta. Men hetta verður neyvan seinastu ferð at Asterix verður boðsendur.
Tú kanst hoyra innslagið her.

Summarmorgun
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.
Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.






