- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Seinastu dagarnar er trýstið í Evropa vaksið.
Grannalondini hjá Ukraina ákæra Russland beinleiðis fyri yvirgang, hybridkríggj og royndir at vinna sær svíkjarar - at renna ørindi fyri russarar, tilvitað og ótilvitað.
Í Danmark er PET komið við ávaringum, og mælir fólki tll at vera árvakin.
Í Breddanum í dag spyrja vit, hvussu spenta støðan ávirkar okkum, skulu vit eisini verða árvakin? Og nær kunnu føroyingar vænta at fáa eina tilbúgvinarætlan, so vit eru klár, um okkurt skuldi hent?
Meira um snyrilsmálið
Í sendingini hyggja vit aftur at snyrilsmálinum í Grønlandi.
Ein vika er farin, síðani frágreiðingin frá serfrøðingabólkinum kom, sum skuldi lýsa, hvørji brot á menniskjarættindi eru framd, og um talan var um fólkadráp á grønlendska fólkið.
Hvat er fólkadráp, og hvussu við ábyrgd og revsing fyri brotsgerðir móti fólkabólkum - aftur í tíð? Vit tosa við ein løgfrøðing um hetta.
Við í sendingini: Tór Marni Weihe, Hans Andrias Sølvará, Flemming Spidsboel, Leivur Persson og Jógvan Páll Lassen.
Gjørt sendingina: Annika Bolton Mortensen og Katrin Petersen, sum eisini var redaktørur.
Framleiðari: Mathias Dimon Næs.
Teknikari: Kári Annand Berg.

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.