- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanning: Føroysk lesandi hava mest at liva fyri

Føroysk og norsk lesandi eru best fyri fíggjarliga av øllum lesandi í Norðurlondum, tá hugt verður eftir at studningi, møguleikanum fyri lestrarláni, og at tann lesandi arbeiðir 10 tímar um vikuna aftrat lestrinum. Í hølunum á føroyingum koma lesandi í Danmark.
Tað vísir ein stór kanning, sum hevur heitið: Students in Nordic Countries - study, support and economics. 925,636 lesandi úr Norðurlondum hava verið við í kanningini.
Kanningin sigur lítið um veruligu umstøðurnar hjá lesandi í Føroyum, sigur Rannvá í Bainsstovu, forkvinna í Ráði teirra lesandi á Setrinum.
Kostnaðarstigið í Føroyum er hægri enn í hinum norðurlondunum, og harumframt noyðast lesandi mugu arbeiða nógv meira enn 10 tímar um vikuna aftur at lestrinum, m.a. tí at bústaðarmøgulleikar eru fáir og dýrir.
Meira kann lesast um kanningina her
Sí eisini














