5000 fólk í Gundadali í dag

5000 fólk í Gundadali í dag
- Vit vænta áleið 5000 fólk til fótbóltsdystin í dag, sigur Jákup Mørk, formaður í B36
Myndin er frá heimasíðuni hjá B36
 
26.10.2019 - 12:23

Í dag vænta tey nógv fólk í Gundadali, tá ið B36 og KÍ hittast til FM finaluna í bestu mansdeildini. Jákup Mørk, formaður í B36 sigur við útvarpið, at mangt bendir á, at tað verða okkurt um 5000 fólk, sum hittast í Gundadali í dag. Jákup Mørk greiðir frá, at atgongumerki hava verið seld eitt nú í Klaksvík, og har vórðu øll atgongumerkini seld eftir stuttari løtu.

 

B36 hevur fingið samarittar og eyka trygdarfólk til dystin í dag, og heitir hann á fólk um at vísa vit og skil til dystin. Reglugerðir eru settar í verk fyri, hvussu áskoðarar skulu bera seg at, tá ið tey skulu inn til dystin. B36 skrivar á heimasíðuni, at felagið hevur í samráð við Tórshavnar kommunu gjørt av at skipa stadionøkið betur enn vanligt. Á kortinum omanfyri ber til at síggja, hvørji øki eru sett av til hvørjar fjepparar og hvørjar inngongdir kunnu nýtast í dag. Samstundis eru ávísar inngongdir til áskoðarar, sum hava keypt atgongumerki í forsølu.

 

Samstundis boða bæði feløgini frá, at trygdin má ikki koma í vanda orsaka av royki ella fýrverki, og tí verður heitt á áskoðararnar, um at ikki nýta roykbluss ella fýrverk undir dystinum. Eftir dystin ber til at skjóta fýrverk á frámerktum øki.

 

Tað er klokkan 15.00 í dag, at dysturin millum B36 og KÍ byrjar. Útvarpið hjá Kringvarpinum byrjar at senda fótbólt eftir tíðindini klokkan 12.20.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961