Fýra bussar áveg til Havnar úr Klaksvík

Fýra bussar áveg til Havnar úr Klaksvík
Klaksvíkingar spíla seg út í dag við fýra bussum at áskoðarum, sum eru ávegis til Havnar
Myndina hevur Solby Christiansdóttir tikið
 
26.10.2019 - 12:43

Útvarpið hjá Kringvarpinum hevur reportarar umborð á einum av fýra bussum, sum eru ávegis úr Klaksvík til Havnar til dystin, sum byrjar klokkan 15.00 í dag. Rói Clementesen, ein av fyriskiparunum, sigur við Mariu Ziskason í Kringvarpinum, at klaksvíkingar hava spílað seg út til dystin í dag, og nógv atgongumerki hava verið seld undan dystinum.

 

Rói Clementsen vónar og væntar, at KÍ fer avstað við sigrinum, og hann sigur, at hann vónar ein 3-1 sigur í dag. Í B36 vóna tey sum vera man eisini at vinna. Hannis Egholm sigur við útvarpið, at tey vóna ein sigur í dag, og at tey vænta spenning til seinasta minutt.

 

Tey eru til reiðar at taka ímóti gestunum úr Klaksvík í B36 húsinum. Tað sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir, reportari hjá útvarpinum, sum er stødd í hølunum hjá B36, har upptakt er á skránni.

 

Útvarpið er byrjað at senda frá fótbóltsumfarinum hendan finaludagin, og sendir framtil seinasta bríksl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439