Kunning hildin aftur

Kunning hildin aftur
Landsverk helt kunning aftur um leigumálið um Asfaltverkið og ein advokatur hevði ein dupultleiklut, tá leigusáttmálin varð undirskrivaður
 
12.11.2019 - 18:29

Millum annað hetta stendur í einum kunningarskrivi frá Rúna Joensen, fyrrverandi aðalstjóra í Samferðslumálaráðnum, til Landsverk.

"Landsverk hevur ikki upplýst málið á nøktandi hátt. Heldur er tað so, at upplýsingar eru afturhildnir fyri Samferðslumálaráðnum."

Soleiðis skrivar fyrrverandi aðalstjórin í Samferðslumálaráðnum, Rúni Joensen, í einum skrivi til Landsverk í farnu viku.

 >> SÍ EISINI Breddin: Søgan um dýra Asfaltverkið á Sundi

Fyrrverandi stjórin í Landsverk, Ewald Kjølbro, hevur annars sagt, at Samferðslumálaráðið var væl og virðiliga kunnað í sambandi við leigumálið um Asfaltverkið á Sundi. 

Í eini almennari viðmerking herfyri skrivaði Ewald Kjølbro millum annað, at "Aðalráðið varð regluliga kunnað í allari tilgongdini og hevur eisini havt møguleika at gera viðmerkingar".

Ráðið tók bara ímóti kunningini

Fyrrverandi aðalstjórin vísir í sínum skrivi á, at talan bara var um einvegis kunning á einum, har stjórin í Landsverki førdi orðið meðan løgfrøðiligi ráðgevin ikki segði eitt orð.

Samferðsluráðið tók bara ímóti kunningini. Aðalstjórin fataði eisini kunningina soleiðis, at ráðið bara skuldi kunnast av røttum persóni heldur enn at frætta um leigumálið umvegis fjølmiðlarnar.

Rúni Joensen sigur, at hann ikki var vitandi um, at ósemja var á Landsverki um talan var um eitt leigumál ella keyp. Hann vísir eisini á, at advokaturin, sum gjørdi upprit um hvørt talan var um leigu ella keyp, eisini var advokatur hjá Asfaltverkinum, og harvið hevði ein dupultleiklut. 

 >> SÍ EISINI Sminkað støðulýsing

Hetta var ikki upplýst fyri Samferðsluráðnum, og kom ikki fram fyrr enn í ár, eftir tí, sum Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri, upplýsir.

Rúni Joensen sigur eisini í frágreiðingini til Landsverk, at eingin leigusáttmáli varð lagdur fyri Samferðsluráðið til góðkenningar. Ein sáttmáli, har ivi kann vera um innihaldið, skal hinvegin leggjast fyri Fíggjarmálaráðið, sum kann góðkenna hann.

Fyrrverandi aðalstjórin sigur, at um Samferðsluráðið hevði fingið nøktandi kunning frá Ewaldi Kjølbro og Landsverki, so hevði málið verið lagt fyri Fíggjarmálaráðið til góðkenningar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098