Her fáa tey eisini frítíðarkort

Her fáa tey eisini frítíðarkort
Børn og ung á Tvøroyri fáa eisini frítíðarkort um ársskiftið. Tað boðaði Javnaðarflokkurin á Tvøroyri frá á sínum facebookvanga í gjárkvøldið
 
13.11.2019 - 08:36

– Á fíggjarætlanini hava vit sett 2000 krónur av til eitt ognarkort til hvønn borgara millum 0 og 17 ár. Børn og ung ráða sjálvi fyri, hvussu kortið verður brúkt eftir teirra egna áhuga.

Tað skrivar Javnaðarflokkurin á Tvøroyri, sum eisini situr í meiriluta í Tvøroyrar býráð.

Runavíkar býráð samtykti eina líknandi skipan fyri tveimum vikum síðani - í fyrstu syftu sum royndarskipan. Nakrar dagar seinni boðaðu grannarnir í Nes kommunu frá, at tey somuleiðis fara undir átakið.

Frítíðarkortið er eitt persónligt ognarkort, sum kann nýtast til ítróttar-, mentanar- og frítíðarøkinum. Virðiskortið er skattskyldugt, siga TAKS og løgfrøðiligur ráðgevi, sum Runavíkar kommuna hevur tosað við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083