Váðaráðið: Vandi ikki á ferð

Váðaráðið: Vandi ikki á ferð
Váðaráðið heldur ikki, at vandi er á ferð í føroyska bankageiranum, hóast útlánsvøksturin er minkaður og búskapurin vaksin
Í Havn hækkaðu sethúsaprísirnir 14 prosent fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør
 
15.11.2019 - 13:27

Metingin byggir á, at útlánsvøksturin hjá bankunum er minkaður í ár, hóast búskapurin er vaksin. Váðaráðið hevur kortini eyguni eftir, hvussu skjótt útlánini vaksa.

Váðaráðið hevur havt sín sjeynda fund, síðani tað varð skipað. Útlánini í bankunum er vaksin síðano 2014, men vøksturin er minkaður nakað. Vøksturin í BTÚ verður mettur til 6,6 prosent í ár, men útlánini í peningastovnunum vaksa bara trý prosent.

Í góðum tíðum er ikki óvanligt, av avlopið av innlánum í bankum minkar, ella at handilsjavnin versnar, men tað er ikki galdandi í løtuni, sigur Váðaráðið.

Eftirspurningurin eftir donskum lánum vaksin

Verða útlánini frá donskum peninga- og realkredittstovnum roknað uppí, er útlánsvøksturin umleið fýra prosent, tí eftirspurningurin eftir donskum realkredittlánum til sethúsafígging er vaksin.

Hagtølini vísa, at føroysk húsarhald heldur læna pening fyri fasta rentu, enn rentu, sum kann broytast. Donsku realkredittlánini eru 27 prosent av allari sethúsafígging í landinum.

Samstundis fækka avdráttarfríu realkredittlánini, og avdráttarskái á vanligum sethúsalánum er sera avmarkaður. Váðaráðið sigur, at setahúsaprísirnir hækka framvegis. 

Húsaprísirnir hækkaðir, íbúðarprísirnir lækkaðir

Í Havn hækkaðu sethúsaprísirnir 14 prosent fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Hinvegin eru prísirnir á íbúðum í Havn lækkaðir sjey prosent.

Sethúsaprísirnir í størru bygdunum eru hækkaðir 10 prosent og í smærru bygdunum 30 prosent fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár.

Váðaráðið sigur, at tað eygleiðir viðurskifti, ið kunnu hava ávirkan á fíggjarliga støðufestið, men ráðið heldur ikki, at tekin eru um, at váðar eru í føroyska bankageiranum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650