Arbeiðið byrjar fyrr enn ætlað

Arbeiðið byrjar fyrr enn ætlað
Arbeiðið, at projektera tunlarnar norður um Fjall, er byrjað, og tað verður eftir ætlan liðugt um nakrar mánaðir
Tunlarnir norður um Fjall verða raðfestir fremst av teimum stóru tunnilsverkætlanunum, sigur landsstýrismaðurin
 
20.11.2019 - 07:14

Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Beintu Løwe í Tjóðveldi, sum hevur spurt um málið.

Løgtingið samtykti í heyst eina eykajáttan upp á 21 milliónir krónur til at framskunda verkætlanina við Hvalbiartunlinum, sum eftir ætlan verður liðugt boraður næsta ár.

Tað hevur við sær, at farast kann undir tunlarnar norður um Fjall fyrr enn ætlað. Enn er kortini ov tíðliga at siga, nær teir verða lidnir. 

Tað veldst um, hvussu raðfest verður í langtíðar íløgukarminum, men tunlarnir norður um Fjall verða raðfestir fremst av teimum stóru tunnilsverkætlanunum, sigur Jørgen Niclasen í svarinum til Beintu Løwe.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424