Sverri Sandberg Nielsen í uppskoti

Sverri Sandberg Nielsen í uppskoti
Sverri Sandberg Nielsen er millum 15 donsk ítróttarfólk í uppskoti at gerast ársins ítróttarnavn í Danmark
 
28.11.2019 - 14:52

Sverri Sandberg Nielsen er í uppskoti sum ársins ítróttarfólk í Danmark í 2019. 
Dansk idrætsforening velur á hvørjum ári 15 íðkarar í ymiskum ítróttargreinum, sum á ein ella annnan hátt hava gjørt um seg í farna árinum. Og í ár er føroyski rógvarin millum tey 15. 

 

HM silvur

Sverri Sandberg Nielsen vann fyrr í ár silvurmerki í HM kappingini í einmansróðri í Eusturríki. Hann var bert tríggjar 100 partar frá gullinum. Sverri Sandberg Nielsen vann sær samstundis luttøku á Olympisku leikunum komandi summar í Tokyo. Tað er Team Danmark og Dansk idrætsforening, sum skipað fyri kappingini. Ársins ítróttarnavn verður avdúkað 4. januar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040