Stórar fiskatorvur eisini í Vágsbotni

Stórar fiskatorvur eisini í Vágsbotni
Nýggjar upptøkur leggjast aftrat upptøkunum av stóru fiskatorvunum við bátabrýrnar í Klaksvík nýggjársaftan
02.01.2020 - 16:05

Tað hevur vakt ans, at stórar fiskatorvur svimja inni undir bátabrúm kring landið. 

Nýggjársaftan filmaði ein borgari í Klaksvík eina stóra fiskatorvu við bátabrýrnar, sum viðkomandi, ið hevur starvast við laksi og smolti, var sannførdur um var laksur. 

Nú er ein nýggj upptøka av fiskatorvu við batabrýrnar í Vágsbotni í Havn komin undan kavi. Hon er filmað 30. desember.

Viðkomandi, sum hevur filmað, heldur ikki, at talan er um seið. 

Hóast upptøkurnar ikki geva nakað greitt svar um fiskaslagið, so heldur ein fiskifrøðingur, Útvarpið hevur tosað við, at fiskurin á upptøkuni í Klaksvík mest sannlíkt er laksur. 

Men Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sum hevur aling í økinum, veit onki um, at laksur er sloppin úr teirra ringum.
 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873