Klakkur fer úr Noregi í dag

Klakkur fer úr Noregi í dag
Línan kann dragast gjøgnum ein brunn, og øll manningin er undir dekki, meðan arbeitt verður
Nýggi Klakkur. Mynd: NRK
 
06.01.2020 - 09:50

Nýggjasta línuskipið í føroyska flotanum, Klakkur, fyrr Geir 2, skal eftir ætlan seta kós móti Føroyum í dag.

Klakkur, sum er keyptur úr Noregi, er fyrsta línuskipið í føroyska flotanum, sum hevur dragibrunn.

Línan kann dragast upp gjøgnum ein brunn miðskeiðis í skipinum, og øll manningin er undir dekki, meðan arbeitt verður.

Manningarviðurskiftini annars eru eisini ógvuliga nýtmótans umborð á hesum skipinum.

Frystilínuskip

Nýggi Klakkur er frystilínuskip, og kann frysta umleið 35 tons av flaki og avhøvdaðum fiski um samdøgrið. 

Skipið hevur tríggjar diesel/electric Caterpillar motorar, sum hava 2.300 hestar hvør, og tað siglir knappar 14 míl.

Klakkur verður væntandi í Føroyum mikudagin.

Ætlanin er, at Klakkur skal fara fyrsta túrin til fiskiskap við Flemish Cap.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244