Kommunurnar skulu eisini fíggja forskúlarnar

Kommunurnar skulu eisini fíggja forskúlarnar
Landsstýrið vil broyta frískúlalógina, so kommunur gjalda raksturin hjá forskúlaflokkum í frískúlum
Kommunurnar skulu nú eisini fíggja forskúlaflokkarnar í frískúlum, ætlar landsstýrið
 
15.01.2020 - 06:43

Kommunurnar skulu nú eisini fíggja forskúlaflokkarnar í frískúlum, ætlar landsstýrið, sum vil broyta frískúlalógina frá 2003, so kommunur gjalda raksturin hjá forskúlaflokkum í frískúlum. 

Ymiskt er, hvussu kommunur skilja ásetingina um forskúlaflokkar, sigur Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Ráðið heldur, at forskúlaflokkar í frískúlum eiga at viðgerast eins og forskúlar í fólkaskúlanum, har kommunan rindar allar rakstarútreiðslur, eisini stuðul starvsfólkalønir. 

Má gerast greiðari

Hetta er ikki nóg greitt í frískúlalógini. Tí halda summar kommunur, at landið eigur at rinda stuðulin til starvsfólkalønir.

Ætlanin er eisini at broyta lógina soleiðis, at landsstýrismaðurin í skúlamálum gevur frískúlunum tímar til serligan tørv.

Nú ger Sernám tað. Hendan broyting er eisini gjørd fyri fólkaskúlarnar. Undirvísingarstýrið umsitur tímarnar til serligan tørv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166