Fleiri grindir løgdu beinini í 2019

Fleiri grindir løgdu beinini í 2019
Í 2019 løgdu fleiri hvalir beinini samanborið við 2018, vísir ein samanteljing
 
19.01.2020 - 10:00

Heimasíðan Heimabeiti.fo hevur gjørt eitt yvirlit yvir grindir, sum hava lagt beinini síðani 2013. Talið av grindum er sera ymiskt frá ári til ár. 2017 er met árið. Har var skinnatalið 9396, og tali av grindahvalum var 1203.

 

Næst flestir hvalir løgdu beinini í 2013. Tá var samlaða skinnatalið 8302, meðan talið av grindahvalum var 1104.

Og 2019 var ein framgongd frá 2018. Tí í 2019 var skinnatalið 5462, hvalirnir 682 í tali, meðan skinnatalið í 2018 var 4675, og hvalirnir 524 í tali.

 

Samlaða yvirlitið yvir skinnatal frá Heimabeiti sær soleiðis út:

2013 - 8302, 1104 hvalir

2014 - 341, 48 hvalir

2015 - 3598, 508

2016 - 2115, 296 hvalir

2017 - 9396, 1203 hvalir

2018 - 4675, 524 hvalir

2019 - 5462, 682 hvalir

 

Heimabeiti.fo veit eisini at siga, at síðani 1928 hevur grind lagt beinini á hvørjum ári uttan í 2008, tá eingin grind varð hildin til.

Hvannasund sigur meti sum tann hvalvágin, sum hevur hildið flest grindir til frá 2000 til 2017. Har hava í alt 21 grindir verið hildnar til í hesum tíðarskeiði.

Harnæst er Tórshavn, sum hevur hildi 18 grindum til í tíðarskeiðnum, og Hvalba, sum hevur havt 10 grindir frá 2000 og til 2017

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968