Tveir norðurlendskir meistarar í taekwondo

Tveir norðurlendskir meistarar í taekwondo
Tveir føroyingar gjørdust um vikuskiftið norðurlendskir meistarar í taekwondo
 
19.01.2020 - 12:31

Noomi Kunoy Heradóttir og Markus Vazques úr føroyska taekwondo felagnum Hwarang Føroyar gjørdust norðurlendskir meistarar til NM í taekwondo í Noregi um vikuskiftið.

Noomi í veteran-bólkinum undir 57 kilo og Markus í junior-bólkinum undir 51 kilo. Tað skrivar felagið á Facebook síðu sínari. 

Harafturat vunnu Dávid á Lakjuni, Oda Weihe, Jógvan á Lakjuni og Signar Hansen bronsuheiðurmerki til kappingina. 

Høgni Kunoy Dávason, sum í fjør bleiv norðurlendskur meistari í aldursbólkinum 15-17 ár, megnaði ikki at endurtaka bragdið í ár, nú hann luttók í vektbólkinum undir 63 kilo. 

Høgni Kunoy Dávason hevur sjúkuna cystisku fibrosu, og venjarin hjá Høgna sigur við in.fo, at hann var als ikki upplagdur á degnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595