Semingsstovnurin fingið tilfar

Semingsstovnurin fingið tilfar
Enn er ikki avgjørt, nær semingsroyndin byrjar
Terje Sigurðsson er semingsmaður
 
21.01.2020 - 09:50

Semingsstovnurin hevur nú fingið tilfar frá Starvsmannafelagnum og Fíggjarmálaráðnum um sáttmálasamráðingarnar, sum slitnaðu fríggjadagin.

Fíggjarmálaráðíð sendi tá boð eftir Semingsstovninum.

Enn er ikki avgjørt, nær semingsroyndin byrjar.

Starvsmannafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum høvdu fyrsta samráðingarfundin 17.oktober í fjør.

Sáttmálin frá 2017 fór úr gildi 1.oktober í fjør.

Men langt er millum tað, sum Starvsmannafelagið krevur í lønarhækking, og tað, sum Fíggjarmálaráðið vil lata.

Fríggjadagin sendi Fíggjarmálaráðið so boð eftir Semingsstovninum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928