BankNordik broytt væntan fyri 2019

BankNordik broytt væntan fyri 2019
BankNordik fer at kunngera roknskapin fyri 2019 27. februar
 
22.01.2020 - 15:14

BankNordik hevur nú broytt væntaða yvirskotið í 2019.

Tað bleiv annars eisini broytt í oktober í fjør.

Nú væntar bankin, at rakstaryvirskotið í 2019 verður millum 175 og 185 mió. kr.

Í oktober í fjør væntaði bankin eitt yvirskot millum 160 og 200 mió. kr. 

Øðrvísi nettoúrslit

Bankin væntar eisini, at nettoúrslitið verður øðrvísi í ár enn væntað varð í oktober.

Lægra markið er hækkað úr 175 milliónum krónum upp í 195 milliónir. Hægra markið er framvegis 210 milliónir.

Roknskapurin og ársfrásøgnin fyri 2019 verða kunngjørd 27.februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858