Undantaksstøða í Hongkong

bannari
Undantaksstøða í Hongkong
Tað er neyðugt, fyri at forða coronavirusinum at breiða seg úr Kina, sigur leiðarin í Hongkong, Carrie Lam
 
25.01.2020 - 16:30

Hongkong hevur lýst undantaksstøðu, fyri at sleppa undan at coronavirusið breiðir seg úr Kina.

Tað boðaði leiðarin í Hongkong, Carrie Lam, frá í dag. Hon boðaði samstundis frá, at hægsta tilbúgving samstundis er sett í verk.

Krevja heilsuváttan í Hongkong

Carrie Lam segði eisini, at hon sjálv stendur á odda fyri serligu nevndini sum er skipað, og sum skal forða fyri at virusið breiðir seg.

Øll sum koma til Hongkong skulu hava heilsuváttan, og tey sum ikki halda reglurnar, kunnu fáa fongsulsrevsing í seks mánaðir ella eina bót uppá 5.800 krónur.

Stjórnin hevur eisini gjørt av, at øll sum fara úr Hongkong, skulu hitamátast. 9. februar skuldi Hongkong-marathon vera. Har var væntandi at 70.000 fólk skuldu renna, men tað er avlýst.

Sleppa ikki at flúgva millum Wuhan og Hongkong

Barnagarðar og skúlar skuldu eftir ætlan lata upp aftur 3. februar, eftir kinesiska nýggjárið, men stovnarnir lata ikki upp aftur fyrr enn í fyrsta lagi 17. februar, skrivar South China Morning Post.

Í gjár vórðu fimm tilburðir av coronavirusinum staðfestir í Hongkong. Øll fólkini komu úr kinesiska býnum, Wuhan, og haðani fáa fólk ikki longur loyvi at koma til Hongkong, segði Carrie Lam.

Heldur ikki hava flogfør havt loyvi at flúgva ímillum Wuhan og Hongkong, seinastu dagarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655