Corona: Grønlendingar eru til reiðar

bannari
Corona: Grønlendingar eru til reiðar
Landslæknin í Føroyum hevur fund við Heilsumálaráðið í morgin um coronavirusið
 
28.01.2020 - 11:23

Í Grønlandi eru tey til reiðar, skuldi coronavirusið komið hagar. Sannlíkindini fyri, at Corona kemur til Grønlands eru tó lítil, og vandin fyri, at virusið breiðir seg har, er uppaftur minni.

– Men vit eru klár, sigur landslæknaembætið í Grønlandi. Embætið hevur eina ætlan um, hvussu fólk, sum illgruni er um eru smittað, skulu handfarast - eisini, so tey ikki smitta onnur.

Landslæknin hevur millum annað samstarv við Air Greenland um ætlanina at lofta Coronavirusinum, skuldi illgruni verið um, at tað kemur til Grønlands.

Í morgin hevur landslæknin í Føroyum, Lars Fodgaard Møller, fund við Heilsumálaráðið um coronavirusið. Annars fylgir landslæknin boðunum frá danska heilsumálastýrinum um mannagongdir í sambandi við virusið.

Á heimasíðuni hjá Sundhedsstyrelsen, sst.dk, er tilfar um Corona.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129