40 umsøkjarar fáa stuðul

40 umsøkjarar fáa stuðul
Mentanargrunnurin fekk 117 umsóknir um tilsamans 40,5 mió. kr., men grunnurin hevur bara góðar tríggjar milliónir at lata
Arnbjørn Ó. Dalsgarð hevur fingið starvsløn í eitt ár
 
06.02.2020 - 10:56

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata tilsamans 40 umsøkjarum stuðul.

Ein umsøkjari fær starvsløn í eitt ár, og fimm umsøkjarar fáa starvsløn í hálvt ár.

Arnbjørn Dalsgarð, rithøvundur, hevur fingið játtað starvsløn í eitt ár.

Tey, sum hava fingið játtað starvsløn í hálvt ár eru:

Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundur

Jón Sonni Jensen, myndlistafólk

Tórfinnur Jákupsson, filmslistafólk

Rógvi á Rógvu, tónasmiður

Niclas Johannesen, tónasmiður

Harumframt fingu 16  umsøkjarar tríggjar mánaðar starvsløn, seks fingu tveir mánaðir, og níggju umsøkjarar fingu ein mánað.

Menanargrunnurin hevur eisini latið trimum fólkum 75 túsund krónur í íverksetanarstuðuli. Tey trý, sum hava fingið játtað íverksetanarstuðul eru:

Jana Jonhardsdóttir, myndlistafólk. Rúna Volmarsdóttir Højgaard, dansari, og Terji Rasmussen, tónleikari.

Grunnurin fekk 117 umsóknir, og søkt varð um tilsamans 40,5 milliónir krónur.

Grunnurin hevur 3,35 milliónir krónur at lata til starvslønir og íverksetanarstuðul.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386