Varðhaldsfongslaður til 29. februar

Varðhaldsfongslaður til 29. februar
Maðurin, sum er skuldsettur fyri drápsroynd, er framvegis á psykiatrisku deild
 
06.02.2020 - 13:58

Maðurin, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í summar, er framvegis varðhaldsfongslaður, hesaferð til 29.februar, sigur Heri Andreasen, leiðari á Kriminaldeildini hjá politinum. 

Maðurin, sum er sjúklingur á psykiatrisku deild í Havn, er skuldsettur fyri tann 22.juni í fjør at hava lagt á eitt starvsfólk á deildini, meðan tey gingu á gøtuni vestan fyri Sandá, sum er áin millum Havnina og Argir.

Maðurin, sum er fyrst í tjúgunum, leyp á kvinnuna og tók kvørkratak. Hann er tí skuldsettur fyri drápsroynd.

Maðurin skal fyri eitt nevningating í Føroya rætti, tá mál hansara er búgvið at fara í rættin. 

Skuldsetti maðurin er framvegis á psykiatrisku deild.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115