Seinheilaskadd verða slept upp á fjall

Seinheilaskadd verða slept upp á fjall
Ólavur Højgaard, tali- og hoyrilærari, sigur, at tørvur er á fleiri talilærarum, men vit skulu ikki hava eina stóra, forkromaða loysn, sigur hann
07.02.2020 - 10:28

Vaksin við seinheilaskaða, sum hava tørv á taluvenjing, eru slept upp á fjall, tí orkan á økinum verður savnað um børn og ung.

Tað sigur Ólavur Højgaard, tali- og hoyrilærari. 

Ólavur Højgaard, sum er 70 ára gamal, stovnaði egna fyritøku, Tala og Hoyrn, tá hann fór frá sum lærari.

Og hann hevur havt úr at gera síðani, serliga at venja fólk við seinheilaskaða. 

Hann ásannar, at tørvur er  á fleiri talilærarum at taka sær av hesum bólkinum.

Òlavur Højgaard mælir til eina liðiliga føroyska loysn á avbjóðingini at nøkta tørvin á talivenjing til seinheilaskødd, í staðin fyri enn eina stóra, forkromaða loysn við einum beinleiðis depli, sum er dýrur at reka.

Sí innslag í Degi og Viku.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162