Atlantic flýgur til London í summar

Atlantic flýgur til London í summar
Átta túrar verða gjørdir frá 23. juni til 11. august
 
21.02.2020 - 14:11

Atlantic Airways fer at flúgva til London í summar.

Flogið verður hvønn týsdag í summarfrítíðini, og flogið verður til Gattwick-floghavnina uttan fyri London.

Atlantsflog ger átta túrar til bretska høvuðsstaðin. Fyrsti túrur verður 23. juni, og tann seinasti verður 11. august.

Atlantsflog fleyg fyri nøkrum árum síðani til Stanstead uttan fyri London, men rutan helt uppat. Seinastu árini hevur verið flogið beinleiðis til Edinburgh í Skotlandi.

Nú London legst aftrat, flýgur Atlantsflog tilsamans 11 farleiðir út í heim.

 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234